Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, verður røðari á árliga fólkafundinum á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar.
Fólkafundurin verður sunnudagin klokkan 15:30. Farið verður til gongu frá kunningarstovuni á Bugnum kl. 14.
Eins og undanfarin ár, so verður eisini felagssangur á Skarðinum.
Petur Martin Petersen, sum er ein av stigtakarunum til fólkafundin, hevur rímuligar vónir um at tað fer at viðra sunnudagin.
- Jú, eg haldi at tað sær ikki so galið út, sigur Petur Martin Petersen, sum væntar nógv fólk á Skarðinum sunnudagin.
Tað eru Kunningarstovan og Fornminnissavnið í Fuglafirði, sum í felag skipa fyri fólkafundinum á Skarðinum.