Fólkaflokkurin er ósamdur um, hvørja støðu, flokkurin skal hava taka undir við uppskotinum um misálit á Johan Dahl.
Tað sigur Jákup Mikkelsen, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum og formaður floksins á tingi.
Løgtingið viðger beint nú eitt uppskot um misálit á Johan Dahl í sambandi við fíggjarstøðuna á Strandferðsluni
Sjálvur ger Jákup Mikkelsen greitt, at hann fer at atkvøða fyri misálitinum, tí hann heldur, at Johan Dahl hevur ikki borið seg rætt at.
Men hann sigur, at Fólkaflokkurin ikki at standa saman í málinum og tinglimirnir fara at atkvøða ymiskt.
Hann heldur, at tað gekk long tíð, áðrenn Johan Dahl reageraði, tá ið hann fekk at vita, at játtanin til Strandferðsluna ikki helt.
Eisini floksfelagi hansara, Rodmundur Nielsen, heldur, at signalið, sum hetta sendir, er óheppið, at tað ikki fær avleiðingar, at meiri peningur verður brúktur, enn játtaður er.
- Eftirlitsskyldan er ikki hildin og tí má tað fáa avleiðingar, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann spyr, hvat vit skulu siga vit við næsta landsstýrismann, sum brúkar ov nógv, tá ið hetta gongur.
Hinvegin hevur Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi, ikki óvæntað, gjørt, at flokkurin stuðla Johan Dahl og atkvøður ímóti misálitinum.