Síðani hann var 16 ára gamal hevur føroyski Jóhan Á Plógv Hansen leikt fyri danska felagið Skanderborg, men í dag er kunngjørt, at hann fer at skifta felag. Nýggja felagið hjá Jóhan er Bjerringbro-Silkeborg, ið er eitt av toppfeløgunum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Bjerringbro-Silkeborg
- Eg kendi meg kláran at royna okkurt nýtt, og tá ið eg fekk eitt gott tilboð frá Bjerringbro-Silkeborg, so tók eg av. Tað er ein stórur møguleiki fyri meg at spæla við einum av oddaliðnum í Danmark, sigur Johan við almennu heimasíðuna hjá Bjerringbro-Silkeborg.
- Ein hevur loyvi at droyma, og mín dreymur er at náa so langt sum møguligt innan hondbóltin, so dreymurin er sjálvandi at koma á (danska, red.) landsliðið. Fleiri landsliðsleikarar hava spælt við Bjerringbro-Silkeborg, og felagið hevur ein blandaðan hóp, við bæði yngri spælarum og nøkrum eldri, royndum spælarum, sum kunnu læra meg okkurt. Sum ungur leikari er tað altíð feitt at fáa ráðgeving frá onkrum, sum hevur roynt nógv, og nakrir slíkir eru í Bjerringbro-Silkeborg, sigur Jóhan á Plógv Hansen við heimasíðuna hjá felagnum.
Jóhan er toppskjútti hjá hjá Skanderborg hetta kappingarárið, har hann hevur skotið 81 mál. Sáttmáli hansara í Bjerringbro-Silkeborg er galdandi til summarið 2018. Jóhan Á Plógv Hansen byrjar í felagnum 1. juli 2015.










