Føroyskur fiskur í fríari umferð í ES

- Veterineravtala ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan, siga tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Myndin av fiskavørum hjá Vaðhorn er tilvildarlig.

 

 

Í døgunum 13. til 29. januar í ár framdi ES-eftirlitsmyndugleikin eina skoðan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hetta gjørdu tey fyri at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum skikkaður myndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.

 

- Vegna koronu-støðuna varð øll skoðanin fyri fyrstu ferð framd yvir netið - við videofundum, t-postsamskifti og tílíkum. Skoðanin gekk sum heild væl, hóast onkrar tekniskar byrjunartrupulleikar.

 

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita tey í dag at siga, at frágreiðingin nú er komin.

 

- Niðurstøðan er, at starvsstovan sum heild lýkur treytirnar í veterineravtaluni. Sum altíð, tá skoðanir eru, verður í frágreiðingini víst á nøkur frávik, og her hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan  25 dagar at svara frágreiðingini, hvussu frávikini verða rættað.

 

ES-eftirlitsmyndugleikin vísir í frágreiðingini á fimm høvuðsfrávik, ið starvsstovan skal taka upp til viðgerðar og fáa í rættlag.

 

- Hesi frávik eru til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sum skikkaður myndugleiki um, hvussu eftirlitið verður skipað, títtleikin av eftirlitsvitjanum, hvussu innanhýsis mannagongdir verða fylgdar, og hvussu staðfest frávik verða fingin í rættlag á virkjum og skipum.

 

Eisini skulu kanningar setast í verk av royktum fiskavørum.

 

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísa tey á, at veterineravtalan ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan.

 

- Høvuðsendamálið við avtaluni við ES er at tryggja, at framleiðsla av føroyskum fiski og fiskavørum fer fram undir viðurskiftum, sum eru í samsvar við galdandi ES-lóggávu, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin av fiskavørum hjá Vaðhorn er tilvildarlig.