- Føroyskur fiskiskapur gagnar Vendsyssel

Ove Christensen, venjari hjá Vendsyssel, sigur, at føroyskur fiskiskapur er ein lyklaorsøkunum til góðu gongdina hjá Vendsyssel í hesum kappingarárinum

Hallur Hansson (í hvítum) telist millum stóru profilarnar á liðnum hjá Vendsyssel FF

Vendsyssel FF, sum í løtuni hevur fýra føroyskar leikarar í hópinum, hevur í løtuni kós móti bestu donsku deildini.

Og Vendsyssel FF venjarin, Ove Christensen, sigur, at føroyskur fiskiskapur er ein av høvuðsorsøkunum til góðu gongdina hjá Vendsyssel. Av teimum 6000 íbúgvarunum í Hirtshals, eru umleið 10% føroyingar, sum flest øll hava við fiskiskap og stóra stuðulin hjá Vendsyssel at gera, Skagerak Group. Hesin stuðulin hevur gjøgnum fleiri generatiónir levera fisk av besta kvaliteti til tað danska fólkið.

Ove Christensen heldur at hetta sambandið millum føroyingar og norður jútlendingar er ein av høvuðsorsøkunum til góðu gongdina í Vendsyssel í hesum kappingarárinum, og eisini ein av høvuðsorsøkunum til at føroysku leikararnir fella so væl inn á liðið hjá Vendsyssel. Við donsku heimasíðuna Tv3Sport sigur Ove Christensen.

-       Vit plaga at siga at Hirtshals er hurðin millum Danmark og Føroyar, og hóast avstandin, so kenna vit okkum tætt knýtt at føroyingum. Tað snýr seg bæði mentanarliga, sosialt og vinnuliga, har vit líkjast á nógvum økjum. Eg meti eisini at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at teir føroysku leikararnir fella so væl inn í okkara hóp.

Teir fýra føroysku leikararnir sum hava sína dagligu gongd í Vendsyssel eru teir tríggir A-landsliðsleikararnir Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Brandur Hendriksson Olsen. Umframt teir tríggjar er U-21 landsliðsleikarin, Meinhard Olsen, eisini knýttur at Vendsyssel FF.