Føroyskt uppfinnilsi fær 170 milliónir

Altjóða íleggjarar hava gjørt íløgur fyri 171 milliónir krónur í vín-appina Vivino.

Heini Zachariassen

Altjóða íleggjarar hava í dag gjørt eina risaíløgu í fyritøkuna Vivino, har føroyingurin Heini Zachariassen er stjóri.


Eitt samtak við SCP Neptune International hevur gjørt íløgur í fyritøkuna fyri 171 milliónir krónur. Handan samtakið eru belgiski ríkmaðurin Christophe Navarre, Skype-milliarderurin Janus Friis, umframt grunnarnir Seed Capital, Creandum og Balderton Capital. Tað skrivar borsen.dk.


Talan er um ein av tungu harrunum í vínídnaðinum, ið nú hevur spýtt pening í fyritøkuna, og tað fegnast stjórin um.


- Vit hava leingi ynskt, at fáa ein persón frá vínídnaðinum við í verkætlanina, og við Christophe Navarre fáa vit ein av tungu harrunum við í leiðsluna. So vit eru sera fegnir, endurgevur Børsen Heini Zachariassen fyri at siga.


Við nýggju íløguni hava íleggjarar síðani 2013 gjørt íløgur fyri eina kvarta milliard í fyritøkuni. Nú er fyritøkan eisini klár til nýggj ævintýr.


- Nú hava vit prógvað, at vit hava ein umsetning, vit hava 50 starvsfólk, og november mánaði var næstan lønandi hjá Vivino. Tað vit nú gera, er at víðka um handilspartin og byrja í tíggju nýggjum londum í ár.

Við heimasíðuna VentureBeat sigur eitt starvsfólk í felagnum, at appin hevur umleið 13 milliónir brúkarar í løtuni, men málið er, at hava 25 milliónir brúkarar við endan av 2016, og hareftir at vaksa við 50 milliónum brúkarum um árið.

Heini Zachariassen

Heini Zachariassen

Heini Zachariassen

Heini Zachariassen

Heini Zachariassen