Føroyskir musikkskúlanæmingar eru í dag og í morgin við til árligu tónleikakappingina, sum avísin Berlingske skipar fyri, og sum verður hildin á Musikkskúlanum í Kjøpinhavn. Sjey kendir persónar í danska musikklívinum eru dómarar í kappingini, teirra millum Toke Lund Christiansen og John Damgaard.
Gullheiðursmerki verða latin teimum, ið skara heilt framúr og ein talentprísur upp á 10.000 krónur verður eisini latin til víðari lesna. Harumframt fáa øll, sum eru við í kappingini, fáa fyrstu, aðru ella triðju virðisløn ella diplom, og nakrir eyka vinningar eru eisini at heinta.
Føroyskir næmingar hava í eini 20 ár verið við í hesi kappingini, og fleiri av teimum eru í dag yrkirtónleikarar ella eru í holt við eina hægri tónleikaútbúgving. Størsta hálið hava higartil Dávur Juul Magnussen og Rúni Henzte gjørt, tá teir í ávíkavist 2002 og 2011 fingu hvør sína gullmedalju, og føroyski musikkskúlin er høgt í metum, tí føroysku næmingarnir standa seg so væl.
Í ár fimm av 101 musikkskúlanæmingum í kappingini úr Føroyum, og eru teir Vár Iversen Lindenskov (cello), Jónhild Høgnadóttir Debes (cello), Gwendolyn Philbrow (cello), Oda Drós Østerø (violin) og Felisia Jógvandóttir Helmsdal (klarinett).
Tað ber til at fylgja við kappingini á hesi heimasíðu: www.b.dk/kultur/berlingskes-klassiske-musikkonkurrence-2015