Føroysk fótbóltskort er aftur at fáa

Í dag verða nýggj føroysk fótbóltskort at fáa í handlunum kring landið

Í dag verða nýggj føroysk fótbóltskort at fáa í handlunum kring landið. Tað boða fyriskipararnir frá í tíðindaskivi. Ein av teimum er Bergur Jákupsson Poulsen, sum eisini spælir við EB/Streymi. Røðin av fótbóltskortum fevnir um 550 spælarar, venjarar og frásøgufólk.

 

- Fótbóltskortini hava verið væl umtøkt millum føroyingar, síðani byrjanina í 2010. Í ár standa tey einki aftanfyri. Kunngerðin av føroyskum fótbóltskortum 2024, ið var upptikin av sjálvasta Fabrizio Romano, fekk yvir 100.000 hyggjaratøl, á sosialum miðlum, sigur Bergur Poulsen.

 

Seinast kortini vóru í umferð var í 2020. Bergur Poulsen sigur, at í ár koma vit at síggja eina nútímans og dagførda útgávu av Fótbóltskortunum.

 

- Við íblástri frá heimskenda telduspælinum ”FIFA”, hava kortini metingar, sum ferð, skot, avlevering, verja og styrki. Tann størsta dagføringin er tó, at serkortini eru talmerkt. Tað merkir at tú veitst akkurát hvussu nógv kort eru framleidd av øllum serkortunum, sigur Bergur Poulsen og leggur afturat:

 

- Her kann serliga nevnast ”Limited Edition” kortini, ið eru talmerkt 1/10. Um tú fær eitt slíkt kort, so veitst tú at tað einans eru 9 eftir í allari røðini.

 

Fótbóltskortini koma á hillina í handlunum í dag.

 

##med2##

 

##med3##