Á nýggjárinum fáa føroysk børn og ung sín egna vaktarhund.
Tá skal eitt serligt barnaumboð og eitt barnaráð, setast á stovn, sum skulu verja og røkja áhugamálini hjá øllum børnum og ungum upp til 18 ár.
Men barnaumboðið og barnaráðið skulu eisini verja áhugamálini hjá ungum yvir 18 ár, og sum eru skipanum hjá barnaverndini.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur skrivað eitt uppskot, sum hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í heyst um at seta barnaumboð og barnaráð á stovn, sum skal virka frá 1. januar.
Annars hevur ætlanin leingi verið at seta barnaumboðið og barnaráðið á stovn, men tað hevur drigið út.
Men nú er so avgjørt, at uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið í heyst, so at barnaumboðið og barnaráðið kunnu fara til verka tann 1. januar.
Barnaumboðið verður valt fyri fimm ár ísenn, men eitt umboð kann í mesta lagi sita í tvær setur.
Til at stuðla og ráðgeva sær, fær barnaumboðið eitt barnaráð við seks limum, sum allir skulu hava eitt serligt, fakligt innlit í viðurskiftini hjá børnum og ungum.
Í hesum sambandi skulu tey hava innlit í bæði uppvøkstur, menning, skúla- frítíðar- heilsulig- og mentanarlig viðurskifti hjá børnum og ungum.
Barnaumboðið og barnaráðið skulu vera púra óheft av øllum politiskum og øðrum myndugleikum.
Endamálið hjá barnaumboðnum verður at hava eftirlit við, at lógir og fyriskipanir, sum hava við børn á gera, lúka treytirnar í lógini og í barnaverndarsáttmálanum hjá ST.
Barnaumboðið verður ikki ein kærustovnur. Men fyri eisini at tryggja rættindi hjá børnum og ungum á hesum øki eisini, verður virksemið hjá løgtingsins umboðsmanni víðkað til eisini at umfata kærur frá børnum og ungum, og til at hava eftirlit við stovnum, har børn og ung eru.
Annika Olsen metir, at barnaumboðið og barnaráðið fara at kosta áleið eina millión krónur um árið tilsamans, harav 240.000 krónur eru løn til Barnaumboðið og tað er 1/3 starv.
Restin er samsýningar til barnaráðið, skrivstovu og annað.