Føroyingar keypa fimm bilar um dagin

Bilasølurnar í Føroyum hava framvegis gyltar dagar


Innflutningurin av bilum, og øðrum akførum, til Føroya, sum tók rættiligt dik á seg fyri tveimum árum síðani, heldur fram at veksa.

Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er innflutningurin av atkførum av ymsum slagi, vaksin 10,4 prosent afturímóti innflutninginum í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Higartil í ár eru nevniliga 838 nýggj akfør skrásett í Føroyum og tað svarar til, at føroyingar keypa fimm nýggj akfør um dagin.


Tað eru 79 akfør fleiri enn fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið vit innfluttu 759 akfør.

 

Nógv tann størsti bólkurin er eyðsæð innflutningurin av persónbilum, sum er 7,8 prosent størri higartil í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Í januar til mai í ár hava vit innflutt 637 persónbilar og tað eru 46 persónbilar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit innfluttu 591 persónbilar.

Sostatt verða fýra nýggir persónbilar skrásettir um dagin.

 

Men annars eru eisini 86 vøruvognar innfluttir, tað eru 11,7 prosent meiri enn í fjør, men annars eru eisini 34 nýggj prutl skrásett í Føroyum í ár og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í sama tíðarskeiði í fjør.