Føroyingar hjálpa til at bjarga flóttafólkum í Miðjarðarhavi

Higartil hevur Reyði Krossur bjargað 2.392 flóttafólkum og nú verður meiri peningur latin til endamálið

Flóttafólkaruturnar tvørtur um Miðjarðarhav, úr Afrika og Miðeystri, til Evropa, eru ímillum vandamiklastu farleiðirnar í verðini. Farleiðin úr Norður Afrika til Italia hevur leingi verið tann mest brúkta og vandamiklasta farleiðin fyri fólk, ið koma til Evropa eftir sjónum.

 

Í 2021 lótu 2.047 fólk lív í royndini at sigla um Miðjararhav – men hetta talið er helst væl hægri, tí tað kemur ofta fyri, at skip, sum ganga burtur, ikki verða fráboðað.

 

Trýst á pílin á myndini niðast og síggj eitt filmsbrot um arbeiðið hjá. Reyða Krossi í Miðjarðarhavi.

 

##med2##

 

Í 2021 fór Altjóða Reyði Krossur undir eitt miðvíst hjálparátak í Miðjarhavninum, við tí endamáli at bjarga mannalívum og tryggja heilsu og tign hjá flóttafólki í neyð.

 

Ein liður í hesum arbeiði er bjargingarbáturin Ocean Viking. Umborð á Ocean Viking veitir Reyði Krossur tryggleika og umsorgan til bjargaðu flóttafólkini - eitt nú fyrstuhjálp, mat og drekka, heilsu- og reinførishjálp, hjálp til kvinnur við barn, neyðsynjarvøru, vernd og annað, alt eftir tørvi og umstøðum.

 

##med3##

 

Eisini syrgir Reyði Krossur fyri, at flóttafólkini fáa álítandi kunning um, hvar tey kunnu leita sær hjálp ígjøgnum lokala Reyða Kross felagið í landinum, tey koma til.

 

Síðani í februar í ár hevur Ocean Viking bjargað 2.392 flóttafólkum upp av sjónum, harímillum 14 kvinnum, sum eru við barn, 705 børnum, og 533 børnum, ið ikki høvdu nakran vaksnan at vera hjá.

 

Eisini føroyingar stuðla hesum arbeiðnum, og í samstarvi við Føroya landsstýri. letur Reyði Krossur í Føroyum nú beint yvir eina hálva millión krónur til hetta endamál.

 

##med4##

 

##med5##