Føroyar vunnu á Kosovo

Sigurin ber við sær, at Føroyar nú eru frammanfyri Danmark og Ísland, sum verður mótstøðuliðið hósdagin

Aftur í dag eydnaðist tað føroysku telvarunum, sum eru í Reykjavík og telva um EM, at vinna. Mótstøðuliðið í dag var Kosovo, og tað eydnaðist Føroyum at vinna 2 ½ - 1 ½ . Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen vunnu, hjá John Rødgaard endaði tað remis, meðan Høgni Egilstoft Nielsen tapti.

Eftir fimm umfør hava Føroyar fýra dystarstig. Merkisvert er tað, at Føroyar eru frammanfyri Ísland, sum hevur trý stig, og Danmark, sum hevur tvey stig.

Í morgin verður frídagur. Hósdagin verður sætta umfar. Tá fara føroyingar at telva ímóti íslendsku vertunum, sum í dag taptu 1 ½ - 2 ½ ímóti Grikkalandi.