Føroyar skulu einki sendifólk hava í Moskva

Tíðin hjá føroyska sendimanninum í Moskva er av, og landsstýrið fer ikki at senda nýtt sendifólk til Moskva

 

Føroyska sendistovan í Moskva heldur til á donsku sendistovuni

Hóast russiska kríggið í Ukraina, so hava flestu lond ikki slitið diplomatiska sambandið við Russland. Men eitt nú hevur Ísland latið sendistovu sína í Moskva aftur.

Føroya hava ikki latið sína sendistovu í Moskva aftur. Í øllum førum ikki alment. Men føroyski sendimaðurin,  Hákun Jógvansson Djurhuus, er komin heim við húski, og hann fer ikki aftur til Moskva. Tíð hansara sum sendimaður er av síðst í hesum mánaðinum.

Hóast vit hava spurt Høgna Hoydal fleiri ferðir, so vil hann einki siga um, hvør ætlanin er við sendistovuni í Moskva. Um hon skal latast aftur, ella um hon framvegis skal vera opin. 

Men in.fo skilir, at landsstýrið ikki fer at seta nýtt sendifólk til sendistovuna í Moskva, so leingi kríggið er. Men tað fæst landsstýrismaðurin ikki at siga, tí talan er um trúnaðarmál, sum skal viðgerast í uttanlandsnevndini, áðrenn støða verður tikin.

Umframt í Moskva í Russlandi hava Føroyar sendistovur í ES, Brússel í Belgia, í Danmark, Keypmannahavn. Í Íslandi, Reykjavík. Í Bretlandi, London. Í Kina, Beijing og í Ísrael, Tel Aviv.

Við in.fo hevur Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanlandsmálum, áður sagt, at tá hann var landsstýrismaður var ætlanin at niðurleggja sendistovuna í Moskva og brúka pengarnar til ein nýggja sendistovu í New York.

 

Føroyska sendistovan í Moskva heldur til á donsku sendistovuni