Fríðrikur kongur hevur broytt søguliga kongsmerkið, sum seinast varð tillagað í 1972.
Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.
Grønland og Føroyar hava fingið størri pláss í nýggja kongsmerkinum, sum er persónliga skjaldarmerkið hjá konginum og ríkismerki.
- Kongur ynskir, við broytingum í teimum kongaligu vápnunum, sum vórðu sett á stovn í 1972, at skapa ein nútímans kongavápn, sum bæði endurspeglar Ríkisfelagsskapin og tekur atlit til søgu og skjaldarmerkjasiðvenjuna.
Frammanundan deildu Føroyar og Grønland sama teig av fýra í kongaliga skjaldramerkinum, men nú hava tey fingið hvør sín teig av teimum fýra teigunum mitt í vápnamerkinum.
Kongaliga vápnamerkið verður millum annað brúkt á embætisskjølum og í innsiglinum, sum eru stemplað í kongligum skipanum og upprunalógum.
Eins og í kongaliga vápnamerkinum frá 1972 hava Slesvig-leyvurnar, vápnamerkið hjá Suðurjútlandi, eisini sín egna teig í vápnamerkinum.
Tær báðar leyvurnar eru ein serligur vitnisburður um søguna hjá Suðurjútlandi og eru frá miðskeiðis í 1200-talinum.
Kongaligi vápnamerkismálarin Ronny Skov Andersen hevur sniðgivið og teknað nýggju útgávuna av kongaliga vápnamerkinum.
Hann hevur eisini verið formaður í teirri nevnd, sum varð sett á stovn stutt eftir krúningina 14. januar við tí endamáli at tryggja, at kongurin hevði nýtt skjaldramerki.
Harumframt var í nevndini ein kongsskipanarsøgufrøðingur, ein skjaldramerkjaráðgevi, ein savnsstjóri og tríggir aðrir.
Í sambandi við at kongsmerkið er broytt, hevur Kongshúsið eisini avgjørt at broyta tey kongaligu fløggini, soleiðis at nýggja kongsmerkið nú er við í fløggunum, sum Kongshúsið flaggar við.
Kongsflaggið hevur soleiðis fingið nýggja skjaldarmerkið í miðjuna á flagginum, meðan flaggið hjá drotningini hevur bæði drotningamerkið og kongsins nýggja skjøldur.
Christian krúnprinsur hevur eisini fingið nýtt flagg, har kongaliga skjaldarmerkið mitt í flagginum er krýnt við krúnprinsins.
Nýggju kongaligu fløggini síggjast veittra í vindinum frá 1. januar á Amalienborg, har kongsflaggið er heysað yvir bæði Frederik VIII's Palæ og Christian VII's Palæ í sambandi við nýggjársborðið.
Kongligu fløggini markera, um limir í kongsfamiljuni búgva á einum ávísum stað.
/Ritzau/