Dómari kallar Trump til dóm tíggju dagar undan innsetan

Merchan dómari fer væntandi ikki at døma Trump fongsul í málinum um gjaldingar til eina pornostjørnu.

Forsíður á bløðum við blaðsølur endurspeglaðu søguliga dómin, sum ein dómstólur í New York feldi móti komandi forsetanum í USA, Donald Trump, í mai. Nú hevur dómarin Juan Merchan givið Trump boð um at møta til dóm 10. januar - tíggju dagar áðrenn Trump verður tikin í eið sum forseti í USA. Mynd: Mike Segar

Ein dómari í New York hevur givið Donald Trump boð um at møta í rættinum til dóm 10. januar í málinum um sonevnda hússj- hússj gjaldinum til pornostjørnuna Stormy Daniels.

Tað eru tíggju dagar áðrenn Trump eftir ætlan skal innsetast sum forseti í USA.

Dómarin Juan Merchan fer ikki at ganga áheitanini frá Donald Trump á møti um at vísa frá sær at døma hann sekan í málinum.

Hetta hevði Trump biðið um eftir sigurin á forsetavalinum í november.

Hann er longu funnin sekur í 34 ákærum, harímillum ólógligum bókhaldi.

Tað skal vera hent fyri at dylja eitt samband við Stormy Daniels.

Stormy Daniels hevur sagt, at hon hevði eitt kynsligt samband við Trump í 2006, og at hon í 2016 tók ímóti eini stórari peningaupphædd frá advokatinum hjá Trump fyri ikki at tosa alment um sambandið.

Tað var mitt í valstríðnum í USA, har Trump eftir øllum at døma óttaðist fyri, at søgan kundi órógva, um hon kom fram.

Trump hevur tó støðugt noktað fyri at hava havt samband við Daniels.

Trump skal eftir ætlan møta í rættinum til dóm 10. januar, antin persónliga ella virtuelt.

Merchan dómari sigur sambært málsskjølum, at hann ikki er sinnaður at døma Trump fongsul í málinum.

Hann heldur í staðin, at ein sokallað "treytaleys leysgeving" av Trump vildi verið "tann mest burðardygga loysnin", skrivar dómarin.

Slík frídøming hendir, tá rætturin kemur til ta niðurstøðu, at brotsverk er framt, men samstundis tekur avgerð um, at ákærdi ikki skal revsast.

Í tí førinum verður tí ikki talan um bót, treytaðan revsing ella fongsulsrevsing til Trump.

Donald Trump hevur hildið fast um, at hann er ósekur í málinum.

Í eini fráboðan sigur Steven Cheung, talsmaður fyri Trump, at málið eigur ikki at hava við sær dóm.

- Hetta lógleysa málið átti ongantíð at verið lagt fram, og grundlógin krevur, at tað verður víst burtur beinanvegin, stendur í fráboðanini.

Í kjalarvørrinum av, at Donald Trump tapti á forsetavalinum í 2020, varð hann ákærdur í fýra revsimálum.

Hússj - hússj málið er tað einasta, sum er komið fyri rættin.

Bæði eitt samveldisrættarmál um álopið á kongressina og goymsluna av topployniligum skjølum á Mar-a-Lago-ognini hjá Trump í Florida eru sett í bíðistøðu.

Í statinum Georgia er Donald Trump eisini ákærdur fyri at hava roynt at ávirka valúrslitið í 2020, at málið hevur verið rakt av fleiri rættarligum forðingum, og tað verður væntandi sett í bíðistøðu.

 

Ritzau/Reuters

 

Forsíður á bløðum við blaðsølur endurspeglaðu søguliga dómin, sum ein dómstólur í New York feldi móti komandi forsetanum í USA, Donald Trump, í mai. Nú hevur dómarin Juan Merchan givið Trump boð um at møta til dóm 10. januar - tíggju dagar áðrenn Trump verður tikin í eið sum forseti í USA. Mynd: Mike Segar