"Rederidirektøren fik forfærdeligt opkald - og tog det første fly til Danmark..."
Soleiðis ljóðar yvirskriftin í kvøld á heimasíðuni hjá www.nordjyske.dk, og talan er um vanlukkuna umborð á farmaskipinum, Glyvursnes hjá Smyril Line, hóskvøldið, meðan skipið lá við bryggju í Hirtshals.
Heimasíðan skrivar, at tað var seint á kvøldi, at fartelefonin hjá stjóranum í Smyril Line ringdi og tað, sum stjórin fekk at vita, vóru skelkandi boð.
- Jens Meinhard Rasmussen fekk at vita, at eldur hevði verið umborð á 154 metrar langa skipinum, Glyvursnes, sum siglir millum Tórshavn, Thorlakshøfn í Íslandi og Hirtshals í Danmark.
Klokkan 22.02 varð boðað frá eldi í maskinrúminum á skipinum, og her var eisini ein spreinging.
- Ein 34 ára gamal maður læt lív, og ein 47 ára gamal varð flogin á Ríkissjúkrahúsið. Haraftrat varð ein 19 ára gamal maður fluttur á sjúkrahús fyri roykeitran.
Tað var Jens Meinhard Rasmussen, sum fekk hesi boð hóskvøldið í telefonini.
- Eg tók fyrsta flogfarið til Danmarkar, sigur ein rørdur stjóri við www.nordjyske.
Heimasíðan skrivar, at stjórin hevur ikki sovið nógvar minuttir, síðan hann fekk skelkandi boðini hóskvøldið, og í dag hevur hann verið í Hirtshals, har hann hevur tosað við myndugleikar, avvarðandi og manningina.
Øll búgva nú á hotelli í Hirtshals.
- Eg eri saman við manningini nú. Vit royna at taka hond um manningina og tey avvarðandi. Hetta ávirkar okkum øll, tí vit eru eitt lítið samfelag.
Fríggjadagin fekk stjórin at vita, at hin 47 ára gamli, sum varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið, ikki longur er í lívsvanda.
- Vit hava fingið at vita, at støðan hjá honum er stabil, men støðan er framvegis álvarslig, sigur stjórin.
- Glyvursnes kemur ikki úr Hirtshals við egnari hjálp, staðfestir Jens Meinhard Rasmussen. Nær skipið aftur kann sigla við egnari hjálp, er óvist, og tað kann koma at taka mánaðir, sigur hann.
Stjórin í Smyril Line leggur aftrat, at Glyvursnes kann ikki umvælast í Hirtshals.
- Neyðugt verður at sleipa skipið úr Hirtshals, men nær tað verður, dugi eg ikki at siga. Tað verður hvørki í morgin ella í næstu viku, sigur Jens Meinhard Rasmussen sambært www.nordjyske.dk
##med2##