Tað var ringt at missa mína høgtelskaðu ommu

- Tað besta er, at vit hava tað gott sum familja, vísa kærleika og takksemi og vera góð við hvønn annan, og so taka vit ein dag í senn, sigur Nikolina Nielsen

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Eg fari at halda nýggjár á Strondum. Fari at bjóða mínari familju og vinum til nátturða.

 

Nikolina Nielsen sigur, at tað verður kalt borð til nátturða, og tey fara eisini at skjóta fýrverk saman.

 

- Vit fara at lurta eftir nýggjársrøðuni, hyggja eftir Mr. Bean og 90 ára føðingardegnum.

 

Hon vísir á, at vanligt hevur verið at farið út í bygdahúsið til nýggjárshald.

 

- Í ár verður kyndlagonga klokkan 23, og sum nakað nýtt verður gingið frá gomlu dansistovuni og út í bygdahúsið.

 

Tá fýrverk er skotið um midnáttarleitið, verður farið inn í bygdahúsið til felagssang, suppu og nýggjársdans.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?

 

- Tað er ikki nakað ávíst, sum eg haldi var best í 2024. Eg haldi, at tað besta er, at vit hava tað gott sum familja, vísa kærleika og takksemi og vera góð við hvønn annan, og so taka vit ein dag í senn, sigur Nikolina Nielsen.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað keðiligasta, sum hendi í 2024, var, at eg misti mína høgt elskaðu ommu, Jakobinu Nielsen hin 26. november í ár. Hon var mín besti vinur, og hon var meira enn ein omma fyri meg.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025? 

 

- Mínar vónir fyri 2025 eru, at hetta verður eitt gott ár við upplivingum, kærleika, nærleika, tryggleika, meira venjing, minni stressi, meira tíð saman við børnunum, vinum og familjuni. Ferðin skal setast niður, og eg skal brúka meira tíð upp á meg sjálva. Vónin er, at 2025 verður eitt gott ár.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg havi einki nýggjárslyfti, men ynski øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár og takki fyri tað brátt farna. Vit vón um, at øll koma væl inn í nýggja árið - 2025, sigur Nikolina Nielsen.

 

Lesið eisini - 

 

Í 2024 vórðu vit signað við okkara fimta barnihttps://www.in.fo/news-detail/i-2024-vordu-vit-signad-vid-okkara-fimta-barni

 

Kvøldið verður hugnaligt, romantiskt og festligt https://www.in.fo/news-detail/kvoeldid-verdur-hugnaligt-romantiskt-og-festligt

 

Hvørt einasta ár skal vera mennandi og spennandi https://www.in.fo/news-detail/hvoert-einasta-ar-skal-vera-spennandi-og-mennandi