Føroyar hava ikki brúk fyri molum úr Danmark

Danska stjórnin hevur játtað 30 milliónir til eina stórhøll í Havn. Vit eiga ikki ikki at vera til sølu fyri nakrar fáar silvurpengar, sigur Jóannes Eidesgaard

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, hava ikki fingið 30 milliónir á donsku fíggjarlógini til eina stórhøll i Havn tí teir hava so stóra makt á Fólkatingi. Teir hava onga sum helst makt og tí er orsøkin ein onnur. Tað heldur floksfelagin hjá Sjúrði Skaale, fyrrverandi topp-politikarin fyri Javnaðarflokkin, Jóannes Eidesgaard, sum eisini sjálvur hevur verið fólkatingsmaður. 

 

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, fólkatingsmenn hava útvegað 30 milliónir á donsku fíggjarlógini til stórhøllina, sum ætlanin er at byggja í Havn. Sjúrður Skaale hevur ført fram at tað hava teir gjørt tí teir hava skyldu til at brúka sína makt á Fólkatingi.

 

Jóannes Eidesgaard er púra ósamdur. Hann staðfestir, at teir báðir føroysku fólkatingsmenninir hava onga sum helst makt á Fólkatingi, so tað er ikki orsøkin til at danska stjórnin játtar 30 milliónir til eina stórhøll í Havn.  

 

Tit kunnu hvørki brúka ella misbrúka eina makt, sum tit als ikki hava, sigur Jóannes Eidesgaard. So er at spyrja seg sjálvan, hví fíggjarmálaráðharrin hevur latið tykkum hesa upphædd. Hann er als ikki kroystur til tað, men møguliga hevur hann tikið synd í tykkum, um tit hava gingið eggsjúkir á gongini í Fíggjarmálaráðnum og bøna og biðið um eina upphædd til Føroyar, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Hann sigur, at fyri danska fíggjarmálaráharran er hetta ein lættur møguleiki hjá donsku stjórnin at keypa sær vælvild úr Føroyum. Kanksa er hetta ein raffineraður háttur fyri nýmótans imperialismu, uttan at móttakarin varnast tað, sigur fyrrverandi fólkatingsmaðurin.

 

– Ein skal ávirka, tað er tí, vit fáast við politikk. Men álvaratos, so mugu vit kortini varðveita ein politiskan stoltleika, har vit ikki eru til sølu fyri nakrar fáar silvurpengar. Føroyingar hava ikki brúk fyri nøkrum molum av donsku fíggjarlógini, sum enntá leggur trýst á Løgting og Fíggjarnevnd, leggur hann afturat.

 

Trýst her og les meiri um sjónarmiðini hjá Jóannesi Eidesgaard um játtanina á donsku fíggjarlógini til stórhøllina í Havn: Hvat er í grundini ein maktstøða