Føroyar falnar tvey pláss á FIFA listanum

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum eru farið tvey pláss niður á FIFA styrkilistanum fyri oktober

Føroyar er nú á 116. plássi á FIFA styrkislistanum. Tað er tvey pláss lægri enn í september, tá Føroyar lógu á 114. plássi. Í miðal liggja Føroyar á 128. plássið, og besta metingin, Føroyar hava fingið, hevur verið eitt 74. pláss. Fyri einum ári síðani vóru Føroyar nummar 107.

 

Danmark, sum er næsta liðið, sum Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum skal møta tann 12. november, er á 10. plássi. Sjálvt um Danmark síðani seinstu meting hevur vunnið sær pláss í endasplælinum í HM í Qatar við átta sigrum og málstøðuni 27-0, so broytti tað ikki um støðuna á FIFA styrkilistanum.

 

##med2##

 

Framman fyri Danmark á listanum eru:

 

1. Belgia

 

2. Brasilia

 

3. Frankaríki

 

4. Italia

 

5. Ongland

 

6. Argentina

 

7. Spania

 

8. Portugal

 

9. Mexico

 

##med3##

 

Soleiðis er liðini í okkara bólki styrkismett:

 

10. Danmark

 

42. Skotland

 

80. Ísrael

 

116. Føroyar

 

181. Moldova

 

##med4##