##med2##
Høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen vitjaði Trónd Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.
Í byrjanini róðu Tróndur og Øssur við hæddarpunktunum hjá FM1 frá uppflytingardystinum á Tórsvølli móti AB aftur á stóra dagin hjá B68, ið gjørdist so minniligur, at Øssur samanbar dagin við FM-sigrarnar hjá B68 í 1984 og í 1985.
Tróndur og Øssur tóku eisini samanum kappingarárið hjá B68 í 1. deild. Øssur heldur, at B68 var serliga meint rakt av korona-steðginum, og tað gekk eisini illa við skaðum teir fyrstu dystirnar aftaná drúgva korona-steðgin.
Øssur leggur dent á, at B68 fer í allarstørstan mun at dúva uppá egið fólk í Betrideildini komandi kappingarár. Øssur vil hava, at ungu B68-arnir fáa royndir sum leikarar í Betrideildini.