Nummar tvey og trý, NSÍ og KÍ, ið bæði hava 48 stig í Betrideildini hjá monnum og liggja fimm stig aftanfyri B36 spæla ein útsettan dyst við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19.
Fyri bæði liðini hevur tað týdning at vinna fyri betur at kunna elta B36 í FM-stríðnum.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.50.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.