FM1: Levi Cerveneac gestur í "Home and Away" á FM1 í morgin

Áttanda og seinasta ensktmælta sendingin í røðini "Home and Away - With a Twist" á hesum sinni verður á FM1 klokkan 10 í morgin

 

FM1 hevur í heyst sent nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har bæði ella annað av foreldrunum eru tilflytarar. 

Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.

Í morgin klokkan 10 er Levi Cerveneac gestur hjá Stellu Zachariassen. Bæði foreldrini hjá Levi eru úr Rumenia, men Levi er vaksin upp í Føroyum og fer hann at fortelja um tær báðar mentanirnar, ið hann eigur lut í, tað rumensku og tað føroysku mentanina.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra sjeyndu sendingina, ið var við Michael Antony Charles Jóhannesen. Pápi Michael Antony er úr Føroyum og mamma hansara er úr oyggjaríkinum, Trinidad og Tobago, nærri sagt Trinidad.

HER  ber til at hoyra sættu sendingina, ið var við Martin Skúvadal, ið hevur avstralska mammu og føroyskan pápa. 

HER  ber til at hoyra fimtu sendingina, ið var við SIgri Gaini, ið hevur iranskan pápa og føroyska mammu.

HER  ber til at hoyra fjórðu sendingina, ið var við Thomas Warner, ið hevur enskan pápa og føroyska mammu.

HER  ber til at hoyra triðju sendingina. Gestur var Sharon Sivertsen, ið hevur srilanska mammu og føroyskan pápa. 

HER  ber til at hoyra aðru sendingina. Gestur var Mickey Shemesh, ið hevur ísraelskan pápa og føroyska mammu.

HER  ber til at hoyra fyrstu sendingina. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.