##med2##
StÍF skal takast í størsta álvara í SMS-deildini.
Í dag vunnu strandakvinnur ein sannførandi 34-27 sigur á H71. Longu í steðginum var StÍF á odda 19-11. Tað var serliga seinasta triðingin av fyrra hálvleiki, at StÍF avrikaði framúr væl, tá tær drógu frá H71 og leiðslan bleiv ongantíð minni enn fýra mál í seinna hálvleiki.
Málverjin hjá StÍF, Momoka Nakamura var helst dagsins spælari við nógvum góðum bjargingum.
StÍF-H71 34-27 (19-11)
Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 10, Guðrið Ellingsgaard 7, Karin B. Høgnesen 5, Emmy Kass 4.
Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 11, Jana Mittún 8, Marita Mortensen 6.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum, og hoyr Magna Thomsen, viðmerkjara til dystarfrásøgnina taka samanum dystin. Magni hevði vónir um ein heimasigur, men hevði ikki væntað ein so greiðan sigur.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við H71-venjaran, Inga Olsen sum má staðfesta eitt slakari avrik hjá hoyvíkskvinnum. Ingi undirstrikar tó, at talan var um eitt framúr gott avrik hjá StÍF, og serliga Momoku Nakamura í málinum, ið kemur at gera lívið súrt fyri øll onnur lið í SMS-deildini.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við StÍF-venjaran, Jón Rasmussen sum kann stórfegnast um eitt gott avrik. Jón dylur heldur ikki, at hansara lið stendur við sterkari kortum nú StÍF hevur fingið ein so sterkan málverja. Men hann leggur dent á, at fyrst og fremst er talan um eitt liðavrik. Tær lokalu á liðnum hava fleiri royndir nú, og hópurin hjá StÍF venur hart hvørja viku.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir StÍF móti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. FM1 sigur beinleiðis frá tí dystinum.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 13 | 367 | 269 | 98 | 22 |
H71 | 13 | 382 | 346 | 36 | 19 |
NEISTIN | 13 | 387 | 304 | 83 | 18 |
STÍF | 14 | 400 | 405 | -5 | 13 |
VÍF | 13 | 336 | 356 | -20 | 10 |
VB | 13 | 306 | 395 | -89 | 8 |
STJØRNAN | 13 | 307 | 410 | -103 | 2 |