##med2##
Símun Samuelsen, ið var uppsagdur heilt við endan av kappingini í Betrideildini sum venjari hjá AB var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Símun hevur eitt ávíst forstáilsi fyri, at hann í mun til støðuna á stigatalvuni, at hann var uppsagdur. Men hann bleiv kløkkur tá hann sá, at ein spælari á liðnum skuldi verða venjari saman við Tonny Brimsvík, ið eisini var venjari saman við Símuni tey fyrstu 25 umførini. Símun hevði væntað, at ein royndur venjari kom inn.
Símun undirstrikar, at tað var ikki eitt hár í hansara kroppi sum fegnaðist um, at tað gekk so illa hjá AB móti B68 í upp- og uppflytingardystinum á Tórsvølli. Símun heldur, at tað átti ongantíð at komið hartil, at AB tapti dystin.
Tróndur og Símun umrøddu eisini HM-lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum.