##med2##
U21-landsliðið spælir EM-undankappingardyst móti Spania á Tórsvølli 8. oktober, og móti Montenegro á Svangaskarði 13. oktober.
U21-landsliðsvenjararnir, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava tikið út hendan hópin, ið er ein væl styrktur hópur nú fleiri útisetar manna A-landsliðshópin:
Málverjar:
Rói Mørk Hentze (B36)
Rói Zachariassen (EB/Streymur)
Bárður á Reynatrøð (Víkingur)
Verjuspælarar:
Ari Olsen (Víkingur)
Noah Mneney (Víkingur)
Bjarni Petersen (B36)
Daniel Johansen (HB)
Samuel Johansen Chukwudi (HB)
Ólavur Niclassen (KÍ)
Andri Benjaminsen (B68)
Miðvallarar:
Adrian Justinussen (HB)
Magnus Holm Jacobsen (B36)
Ragnar Samuelsen (B36)
Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)
Lukas Giessing (AB - DK)
Stefan Radosavljevic (B36)
Áleyparar:
Petur Knudsen (NSÍ)
Jonn Johannessen (KÍ)
Pætur Petersen (HB)
Steffan Løkin (NSÍ)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna í FSF-húsinum, tá Hegga Samuelsen tók út U21-landsliðshópin. Hoyr eisini samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hegga Samuelsen.
HER ber til at hoyra úttøkuna hjá A-landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson, og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við A-landsliðsvenjaran.











