FM1: Fólkini handan "Ársins ítróttarátak"

(FM1) Hoyr Peter Morell og Anne Frederiksen greiða frá Flogbørnum, ið var valt at verða ársins ítróttarátak

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Anne Frederiksen og Peter Morell.

 

Anne Frederiksen og Peter Morell eru fólkini aftanfyri "ársins ítróttarátak". Anne og Peter hava ferðast runt alt landið við tiltakinum "Flogbørn", ið hevur fingið sera stóra undirtøku. 

 

Tað hevur givið endurljóð í evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV, at "Flogbørn" hevur fingið so stóra undirtøku í Føroyum.

 

Nú ætla Anne Frederiksen og Peter Morell, at grønlendsk børn skulu eisini fáa gleði av frálíka átakinum.