Tvey av feløgunum, ið verða roknað millum FM-favorittarnar, Víkingur og EB/Streymur, møtast í Sarpugerði í kvøld klokkan 17.30 í fyrsta dystinum í øðrum umfari í Effo-deildini.
Sunnudagin vann Víkingur á TB suðuri í Vági og EB/Streymur fekk heldur óvæntað bara javnleik á heimavølli ímóti KÍ. Nú bresta hesi bæði liðini saman, og tað plagar ikki at vera keðiligt.
Eisini í morgin er ein dystur á skránni, tí klokkan 16 tekur B68 ímóti ÍF á Svangaskarði. Hinir tríggir dystirnir eru sunnudagin, tá FC Suðuroy og HB spæla í Vági klokkan 14.45, og síðani klokkan 15, tá KÍ og B36 spæla í Klaksvík og NSÍ og TB í Runavík.