Viktor Orbán kós móti tryggum valsigri

Tá um helmingurin av atkvøðunum eru taldar á valinum í Ungarn sær út til, at flokkurin hjá Viktor Orbán er tryggur vinnari

 

 Flokkurin hjá Viktor Orbáns hevur fingið 57 prosent av atkvøðunum og allir andstøðuflokkarnir, sum standa saman, 31 prosent, nú sløk helvtin av atkvøðunum eru taldar. - Foto: Anna Szilagyi/Ritzau Scanpix

Flokkurin hjá ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, Fidesz, er greitt á odda á tjóðartingsvalinum, eftir at slakur helmingur av atkvøðunum eru taldar.

Flokkurin hjá Orbán hevur fingið 57 prosent av atkvøðunum, meðan øll andstøðan saman, teir eru seks flokkar, hava fingið 31 prosent.

Tað vísir uppteljingin í kvøld sambært ungarska miðlinum RTL. 

Orbán hevur verið forsætisráðharri síðani 2010.

Hesa tíðina hevur hann framt nýskipanir við valskipanini og broytt Ungarn til tað, hann sjálvur kallar eitt »liberal«, kristið fólkaræði.

Nýskipanirnar hevur gjørt Viktor Orbán til ein sera illa umtóktan harra millum fleiri politikarar í ES, og tað er eisini  tær nýskipanirnar, sum eru orsøkin til, at eitt breitt úrval av politikarum hava tikið seg saman ímóti honum.

Teir seks flokkarnir, sum hava staðið saman ímóti honum, eru frá javnaðarfólkum í DK til grøna flokkin og høgravenda Jobbik.

Ungarska valið hevur verið merkt av russisku innrásini í Ukraina.

Orbán segði viðhaldsfólki sínum fríggjadagin, at »kríggið broytir alt«.

Á diplomatiskum støði hevur Orbán fylgt linjuni hjá ES og stuðla Ukraina undir krígnum, sjálvt um hann stendur russiska forsetanum, Vladimir Putin, nær.

Heima í Ungarn hevur støðan hjá Orbán tó sæð øðrvísi út. Har hevur forsætisráðharrin havt eina meira neutrala støðu.

Í nøkrum førum hevur hann enn tá tosað kritiskt um Ukraina. Hann hevur millum annað víst aftur at lata vápn til Ungar ferðast gjøngum ungarskt øki.

/ritzau/

 

 Flokkurin hjá Viktor Orbáns hevur fingið 57 prosent av atkvøðunum og allir andstøðuflokkarnir, sum standa saman, 31 prosent, nú sløk helvtin av atkvøðunum eru taldar. - Foto: Anna Szilagyi/Ritzau Scanpix