Vága Floghavn og Atlantisflog fara nú at samstarva um tollfríu søluna á flogvøllinum.
Í hesum sambandi eru tey nú í ferð við at stovna eitt nýtt felag ið skal reka søluna, og sum fyritøkurnar fara at eiga hvør sín helming av.
Handilsøkið, ið er 625 fermetrar, verður í nýggju farstøðini. Handilin kemur at hava eitt breitt úrval av útlendskum og føroyskum vørum.
Annars var mikið rok um tollfríu søluna, eftir at Vága Floghavn fyrst bjóðaði hana út, men síðani tók útbjóðinga aftur, tí flogvøllurin skuldi sjálvur hava søliuna.
Síðani vaðr róð framundir, at Atlantsflog fór sjálvt at selja tollfrítt í flogførunum.
Men stjórin, Jákup Sverri Kass, sigur, at loysnin, sum nú er funnin,er tann besta.
- Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna og sannførdir um, at hetta er besta loysnin fyri feløgini og viðskiftafólkini, sigur hann.
- Við hesum hevur Atlantsflog samstundis slept ætlanini um aftur at selja tollfrítt í flogførunum, sigur hann í kvøld.
Tollfría sølan hjá Vága Floghavn og Atlantsflogi letur upp í summar, tá ið nýggja farstøðin ætlandi verður tikin í nýtslu.
Nú verður sostatt søkt eftir leiðara til nýggja tollfría handilin á flogvøllinum í Vágum.