Flogferðslugjøldini hava staðið í stað alt ov leingi

- Flogferðslugjøldini hava verið óbroytt í átta ár. Tey vóru dagførd á heysti í fjør, og tað merkti millum annað hækkandi gjøld, sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn. - Neyðugt er at kunna fíggja viðlíkahald og íløgur og at tryggja, at eitt tíðarhóskandi gjald er fyri samfelagstænastur, sum til dømis tilbúgving, alt samdøgrið alt árið. Tað sigur Dávid Reinert Hansen.

Hann vísir á, at kostnaðurin hevur í langa tíð ikki staðið mát við tænasturnar, sum Vága Floghavn skal veita, og at hetta ikki kundi halda fram, og tí vóru gjøldini dagførd.

Raksturin hevur verið skerdur. So at siga ongar íløgur og enduríløgur eru gjørdar. Viðlíkahaldsuppgávur eru útsettar ár undan ári.

- Kortini var úrslitið av nettorakstrinum seinast í 90-árunum eitt hall vaksandi úr 4,6 mió kr til 6,1 mió kr. Í 2001 vóru flogferðslugjøldini dagførd, men kortini ikki so mikið at javnvág kom í raksturin. Sjálvt við tí vaksandi ferðafólkatalinum sum var, var framvegis hall, sigur Dávid Reinert Hansen.

Fíggjarstøðan hjá Vága Floghavn hevði ikki verið haldgóð við flogferðslugjøldunum sum vóru. Samstundis sum gjøldini leingi ikki hava svarað til útreiðslurnar, er ferðafólkatalið nógv minkað í 2009, so úrslitið við gomlu gjøldunum vildi verið eitt støðugt vaksandi hall og gjaldførisundirskot.

Ferðafólkagjaldið hækkar fram til 2011 við 55 kr fyri hvørt farandi ferðafólk. Samstundis eru upplatingargjøldini dagførd, so tey svara til kostnaðin av at kalla fólk til arbeiðis í úrtíð.

- 55 kr er upp á seg ein sera lítil partur av samlaða kostnaðinum av einum flogferðaseðli, og hóast ynskiligt er at kunna lækka kostnaðin fyri at ferðast, so er tað neyvan hesin kostnaður, ið fær fólk at setast aftur. Hin vegin sær Vága Floghavn fram til, at tann longdi vøllurin fer at geva umstøður til nýtslu av kostnaðarminni flogførum, ið gevur grundarlag fyri einum lægri ferðaseðlakostnaði, sigur Dávid Reinert Hansen.