Flogferðin flutt

Broytt ferðaætlan fyri heimferðina av oyggjaleikum hevur nú við sær, at øll tey føroysku ítróttafólkini kunun vera við, tá leikirnir verða endaðir.

Upprunaliga skuldi fyrra føroyska flogfarið fara av Rhodos á midnátt fríggjakvøldið, men hetta er nú broytt til leygarmorgunin klokkan 10. Nakað, sum ivaleyst kemur væl við hjá flogbóltinum, har tey annars høvdu verið noydd at pakka, áðrenn tey fóru til eina møguliga finalu. Seinna flogfarið fer av Rhodos tíðliga sunnunáttina.