Tað er nógvur vindur, men klokkan átta í morgun hevði løgreglan bara fingið eina fráboðan um vindskaða. Tá varð boðað frá, at taki á einum hjalli var við at ríva seg leyst í Eysturoynni. Bjargingarfólkið fekk boð um tað, so tað tóku tey sær av
Annars hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna. Tað var eisini í Eysturoy, at tey kannaðu bilarnar og har vórðu heilir átta bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu. Tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.