Kinesisku myndugleikarnir siga, at fleiri túsund fólk eru ikki komin afturíaftur aftan á jarðskjálvtan fyrradagin. Tvey av teimum saknaðu eru danir Kinesisku myndugleikarnir hava nú gjørt av at lata flogfør hjá flogvápninum tveita mat og aðra neyðhjálp niður til tey neyðstøddu. Harumframt hava 30.000 hermenn afturat fingið boð um at fara til vanlukkuøkið at hjálpa teimum 20.000 hermonnunum, sum eru komnir hagar frammanundan.
Myndugleikarnir siga, at higartil eru 13.000 fólk funnin deyð, men teir ásanna, at fleiri túsund liggja undir teimum rapaðu húsunum. Bara í einum býi eru 19.000 ikki komin afturíaftur.
Danska sendistovan í Beijing sigur, at tveir danir hava ikki latið frætta frá sær síðani jarðskjálvtan. Sendistovan hevur boðað kinesisku myndugleikunum frá, sigur TV2.