Fleiri túsund arbeiðsfólk fáa nógv bíligari trygging

Samstarv ímillum Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag fer at geva arbeiðsfólki nógv bíligari lívstryggingar

Samstarv
 
Nú fáa fleiri túsund arbeiðsfólk nógv bíligari lívstryggingar
Tað er eitt úrslit av nýggjum samstarvi ímillum Havnar Arbeiðsmananfelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Endamálið við tí samstarvinum er at legga lívstryggingarnar hjá báðum feløgunum saman.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava hvør sína lívstrygging, sum fellur til gjaldingar, tá ið arbeiðsfólk doyggja, ella verða álvarsliga sjúk o.s.fr..
Men seinastu tíðina hava feløgini tosað um at leggja tryggingarnar hjá báðum feløgunum saman.
 
Betri og bíligari
Fyrimunirnir við tí, eru, at tryggingarnar verða munandi bíligari og sostatt eisini betri.
Tað er nakað síðani at Føroya Arbeiðarafelag samtykti at taka undir við ætlanina og nú hevur so Havnar Arbeiðsmannafelag gjørt tað sama.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at á aðalfundinum í felagnum leygardagin, tóku limirnir væl ímóti ætlanini at leggja báðar tryggingarnar saman.
- Nevndin í felagnum skal umsita ognirnar á besta og tryggasta hátt.  Og tað skerst ikki burtur, at ein týðandi partur av virkseminum hjá felagnum eigur at vera at tryggja limirnar best møguligt og tí hava vit kannað teir møguleikar, sum eru, sigur hann.
Tað er nú endað við, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmananfelag, hava tikið av einum tilboði frá danska tryggingarfelagnum, ALKA um at leggja báðar tryggingarnar saman.
- Ofta vísir tað seg,  at jú fleiri limirnir eru, sum skulu tryggjast, jú bíligari verður gjaldið fyri hvønn lim, sigur Hans Joensen.
Hann sigur, at eftir tilboðnum frá ALKA fær hvørt arbeiðsfólk eina munandi bíligari trygging við at leggja tryggingarnar hjá báðum feløgunum saman, heldur enn um hvørt felag var fyri seg sjálvt.
- Tað er ongin ivi um, at tað er rætt at Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag hava tryggingarnar saman, sigur hann.
 
Skulu samstarva meiri
Hans Joensen sigur eisini , at seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um samstarv millum tey føroysku fakfeløgini, og at tey skulu kunna tosa við einari rødd sum ein mótvekt til Vinnuhúsið.
- Men skal hetta bera til, mugu arbeiðarafeløgini fyrst av øllum finna saman í góðum samstarvi. Tað hava vit roynt seinastu tíðina og feløgini hava eisini tosað saman um samstarv, og hvussu hetta skal skipast.
- Og nú er avtalað, at formenninir í arbeiðarafeløgunum skulu seta seg saman og  fáa greiði á, hvussu vit møguliga skulu skipa okkum í samstarvi í framtiðini, sigur Hans Joensen
Hann sigur góður vilji er í arbeiðarafeløgunum at samstarva har tað er til fyrimuns fyri limirnar og tað er tað sum heild.