Eitt línuskip er nýliga byrjað túr í íslendskum sjógvi og kemur neyvan heim at landa fyrr enn í aðru viku. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og landar helst síðst í vikuni sum kemur.
- Eitt línuskip fiskar svartkalva eystan fyri og kemur inn at landa í morgin. Síðan er fýra línuskip aftrat til fiskiskap. Tey fáa mest av longu, toski og brosmu og koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at eitt línuskip er eisini á royndarveiði á Føroyabanka. Veiðan er mest longa og hýsa, og hetta skipið kemur eisini inn at landa fyrst í komandi viku.
- Streymurin batnar, sum vikan gongur, og veðrið sær út til at gerast brúkiligt. Tískil er væntandi, at nakað verður av útróðri, serliga síðst í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini við húki.