Fleiri grundstykki verða tøk í ár

Gongur tað soleiðis, sum borgarstjórin ynskir, verða fleiri grundstykki tøk í Syðrugøtu og Leirvík í ár.

- Í staðin fyri at taka av teimum fáu møguleikum, ið eftir eru, velja summi heldur at seta seg á bíðilista, sigur borgarstjórin.

- Tað er stórur áhugi at byggja í Eysturkommunu - ikki minst í Syðrugøtu, men eisini í Leirvík. Vit hava eini 50-60 fólk á bíðilista til grundstykki í Syðrugøtu og kanska eini 20 til grundstykki í Leirvík.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sum kortini vísir á, at eitt er ein bíðilisti - og annað er, hvussu mong, sum standa á listanum, vildu bygt, um teimum stóð eitt grundstykki í boði.

- Onkur einstøk grundstykki eru eftir, bæði í Syðrugøtu og Leirvík, men hesi nøkta ikki tann tørv ið er. Haraftrat kemur, at tað er ikki altíð, at fólk eru nøgd við teir møguleikar, ið eru, tí ofta er tað tey minni høgligu grundstykkini, ið liggja eftir sum tey seinastu.

Hann sigur, at Eysturkommuna tí vil syrgja fyri, at útboðið av grundstykkjum í kommununi verður størri, og hann ivast onga løtu í, at hetta fer at birta undir áhugan at byggja.

- Í staðin fyri at taka av teimum fáu møguleikum, ið eftir eru, velja summi heldur at seta seg á bíðilista, til okkurt - eftir teirra tykki - betri stendur teimum í boði, sigur Jóhan Christiansen.

Borgarstjórin vísir á, at 25 nýggj grundstykki verða tøk í Syðrugøtu í ár, harav tey fyrstu 17 ætlandi verða tøk longu til várs. Hann væntar tó ikki, at øll hesi 25 grundstykkini verða bygd tað fyrsta árið, men hann væntar, at øll verða bygd innan næstu fimm árini.

Í Leirvík er Eysturkommuna í holt við at forhandla jørð, sum Jóhan Christiansen rópar tað, og her verður miðjað eftir í fyrsta lagi at útstykkja eini 10-15 grunstykki. Tað tekur sína tíð at forhandla jørð, men kommunan er ávegis við hesum.

- Eg vóni, at vit kunnu bjóða hesi 10-15 grundstykkini í Leirvík út seinni í ár. Hetta er kanska eitt sindur optimistiskt, men eg haldi ikki, at tað er ósannlíkt, leggur borgarstjórin aftrat.

Undir Gøtueiði, sum eisini er partur av Eysturkommunu, eru eisini nøkur atkomilig grundstykki, men tað hevur ikki verið serliga stórur áhugi hjá fólki í Eysturkommunu at byggja her.

- Hesi grundstykki venda móti Skálafjørðinum, og vit eru avgjørt opin fyri, at fólk, sum búgva við Skálafjørðin og aðrastaðni, kunnu seta búgv her, sigur Jóhan Christiansen. 