Fleiri deyð í spreinging í kolanámi í Spania

Í fyrstani varð sagt, at í minsta lagi tvey fólk høvdu latið lív, men seinni er talið av deyðum dagført til í minsta lagi fýra

Í minsta lagi fýra fólk eru deyð, og fleiri eru løstað í einari spreinging, sum hevur verið í einum kolanámi í Spania í morgun.

 

Hetta upplýsa spanskir tíðindamiðlar.

 

Ávísin, El Mundo, veit at siga, at umframt tey deyðu og løstaðu, sita trý fólk føst í náminum - fleiri metrar undir jørð.

 

Talan er um Cerredo-námið í sponsku kommununi, Degana, í útnyrðingspartinum av landinum.

 

Í fyrstani varð sagt, at í minsta lagi tvey fólk høvdu latið lív, men seinni er talið av deyðum dagført til í minsta lagi fýra.

 

Neyðhjálparfólk, sum arbeiða í økinum, siga, at fýra onnur eisini eru saknað í náminum í samband við spreiningina.

 

Sagt verður, at vanlukkan hendi, tá ein maskina, sum tey arbeiddu uppá, sprongdist og drap og løstaði fólk nærindis.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Myndina eigur elmundo.es