Tíðindaskriv:
Tá vitjar Nicolai Nørregaard, høvuðskokkur og ein av stovnarunum av donsku matstovuni Kadeau, saman við sínum toymi, í Føroyum fyri at skapa eina heilt serliga matuppliving.
Nicolai Nørregaard er sjálvlærdur kokkur og stovnaði Kadeau í 2007 saman við barndómsvinunum, Rasmus og Magnus Kofoed.
Fyrsta matstovan byrjaði á Bornholm, grundað á djúpari virðing fyri náttúruni og staðbundnum rávørum, har súlting, fermentering og royking spæla ein serligan leiklut.
Tað, sum byrjaði sum eitt lítið konsept, er í dag ein týdningarmikil leikari á altjóða matleikvøllinum. Í dag umsita Nørregaard og Kofoed-brøðurnar tvær matstovur í Danmark, Kadeau Bornholm við einari Michelin-stjørnu og Kadeau Copenhagen við tveimum Michelin-stjørnum.
Kadeau er kent fyri sín kreativa, náttúrliga og smakkríka nýnordiska køk. Í samstarvi við høvuðskokkin á RÆST, Sebastian Jiménez, og RÆST-toymið, verður hetta kvøldið eitt serstakt møti millum føroysku fermenteraðu matmentanina og danska nútímakøkin.
Á skránni á Ræst verða rættir við fokus á fermentering, royktar og eldgrillaðar smakkir, og tær bestu rávørurnar bæði úr tí føroysku og tí donsku náttúruni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##