Eyðun Egholm (tv) hevur verið á Summarfestival tey mongu síðstu árini. Hvørja ferð hevur hann búð í húsvogni.
- Her er óalmindiliga hugnaligt og sosialt. Fólk ganga runt alla staðni, og man prátar alla tíðina við fólk, sigur Eyðun, sum býr í húsvogni saman við konu sínari.
- Ja, eg eri púra samdur. Hetta er eitt ótrúliga hugnaligt lív, sigur Bo Magnussen, sum er og vitjar Eyðun í dag.
Martin Wennerstrøm (th) hevur gjørt eitt sindur eyka burtur úr sínum húsvogni.
- Í reinari provokatión havi eg hongt eitt Tórshavnar Kommunu flagg upp í flaggstongina. Eg veit, hvussu klaksvíkingar eru, so tí geri eg tað, sigur Martin flennandi.
- Eg gjørdi tað sama í fjør, men tá bleiv flaggið stolið, og eitt KÍ flagg hongt upp í staðin. Hesa ferð havi eg bundið gaffatape um stongina, so stuldurin ikki skal endurtakast. Eydnast tað hóast alt, so fer eitt HB flagg upp í staðin, sigur Martin, ið tó fekk flaggið aftur í fjør, tí tað var ein vinmaður, sum hevði tikið tað í spølni.
Sambært teimum trimum er tað næstan ikki neyðugt at keypa sær armband.
- Tað mesta av tíðini eru vit bara her á økinum og hugna okkum. Eg haldi faktist ikki, at eg hevði havt tørv á atgongumerki, sigur Eyðun.
- Í fjør var eg ikki til nakra konsert, so fyri meg er tað líka mikið, hvør spælir, sigur Martin.
Hóast lívið er gott á kampingøkinum, so fara teir tríggir menninir til ið hvussu so er eina konsert í kvøld, og tað er hjá Kim Larsen.