Fjeppararnir flokkaðust um Lindu

Ungu fjeppararnir hjá Lindu Andrews flokkaðust um hana á flogvøllinum í Vágum. Bæði Linda og tey, sum høvdu bíðað, vóru fegin um at flogfarið umsíðir lendi Linda Andrews fekk heita móttøku á flogvøllinum í Vágum, tá ið flogfarið umsíðir setti seg.

Nógv børn og ungfólk høvdu leitað sær á flogvøllin, og tey høvdu bæði skelti og onkra gávu við til føroysku songkvinnuna.

Linda Andrews og fylgi vórðu flogin í tyrlu til Havnar, og klokkan 17.00 verður almenn móttøka í SMS í Havn.

Har fara løgmaður og borgarstjóriní Havn at halda røðu, og Linda Andrews fer at syngja nakrar sangir.

Rás2 sendir beinleiðs frá tiltakinum.