Fjala trupulleikar í búskapinum við serligum inntøkum

Tingmaður fyri Sambandsflokkin vil hava eina frágreiðing upp á, hvussu alt hevði sæð út uttan hesar serligu inntøkurnar

Hvussu hevði støðan í føroyska búskapinum verið, hevði landskassin ikki havt nakrar serligar inntøkur. Tað vil Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin nú hava Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at greiða frá.

 

Hann staðfestir, at tað er alt, sum bendir á, at í framtíðini verður tað ringt hjá landskassanum fíggja útreiðslurnar til heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, og aðrar vælferðartænastur. Hetta er serliga tí, at vit verða alsamt fleiri eldri og alsamt færri í arbeiðsførum aldri til at rinda skatt.

 

– Stórur búskaparvøkstur, eykaskattir og avgjøld og eisini serstakar inntøkur hava higartil havt við sær, at vit eru sloppin okkum undan at gera bygnaðarbroytingar og rationaliseringar av ymiskum slag, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at tær serligu inntøkurnar, hann hugsar um, eru vinningsbýti frá fyritøkum, sum landið eigur, tað eru inntøkur av at selja ognir og almenn partabrø, og aðrar inntøkur, sum ikki eru varandi, ella sum eru ymiskar frá ári til ár.

 

Hann sigur at í roynd og veru eru hesar serligu inntøkurnar, sum verða brúkar til at fíggja almenna raksturin, við til at fjala yvir ein haldføristrupulleika hjá landskassanum.

 

– Vórðu hesar inntøkur settar í grunn til at styrkja búskapin, var støðan ein onnur, sigur Johan Dahl.

 

Tí vil hann hava at vita, hvussu stórar hesar serligu inntøkurnar hava verið hesi seinastu árini, og hvussu støðan hevði verið, hevði landskassin ikki havt tær inntøkurnar.