Fjórðu hvørja ferð fáa Føroyar úrtøku

Í tjúgu ára skeiðnum 1992-2012 eru 60 landsdystir spældir í Føroyum. Heimaliðið hevur vunnið níggju ferðir, men tað verður framvegis bíðað eftir stóra sigrinum, og tað er bara í 27 dystum, at tað hevur eydnast føroyska liðnum at skora mál

Føroyingar sigast vera ógvuliga fót­bóltsáhugaðir. Tað verður tikið til, at tað bara er Uruguay, har týdningurin av fótbóltinum í al­tjóða profileringini er eins stórur, sum hann er í Føroyum.
Seinastu lítlu vikuna hava Svøríki og Írland vitjað. Samlaða áskoðaratalið var millum 9 og 10 túsund ella ein fimtingur av saml­aða fólkatalinum. Hetta er óhoyrt alla aðra staðni. Um lutfalsliga uppmøtingin hevði verið eins stór í Íslandi og Danmark, so høvdu áskoðara­fjøldirnar til tveir dystir verið ávikavíst omanfyri 60 túsund og omanfyri eina millión!
Hóast landið er lítið og fólkatalið avmarkað, og fyritreytirnar harvið einki serligar, so liva vit í vónini um, at tað skal eydnast at skjóta mál og at vinna sigrar og stig. Tølini siga, at tað ikki er so ofta, at vónin verður til veruleika. Viðhvørt hevur tað verið tætt við, men so endar tað við úrslitum, ið minna á, at tað skal ikki so nógv til, áðrenn tað, sum tóktist síggja ljóst út, endar sum ikki so vøkur hagtøl. 4-1 tapið ímóti Írlandi í gjárkvøldið er dømi um hetta.

Vinna úrtøku
fjórðu hvørja ferð
Føroyar vórðu limir í altjóða fót­bólts­samgonguni FIFA í 1988. Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin var í Íslandi 24. august 1988. Árið eftir vóru fyrstu altjóða skrásettu vina­dystirnir í Føroyum, tá ið Kanada vitjaði og spældi tveir dystir – úrs­litini vóru 1-0 og 0-1. Í 1990 fór Ísland til hús við 3-2 sigri, og í 1991 endaði tað 1-1, tá ið Turkaland við Sepp Piontek á odda vitjaði í Gundadali.
Íslendingar vóru her í 1990 stutt undan fyrsta EM undan­kapp­ingar­dystinum. Allir undan­kapp­ingardystirnir á heimavølli í 1990 og 1991 vóru spældir í Landskrona í Svøríki, tí eingin góðkendur vøllur var í Føroyum. Tá vóru úrslitini 1-0 ímót Eysturríki, 0-5 ímóti Norður­írlandi, 0-4 ímóti Danmark og 0-2 ímóti Jugoslavia.
Síðani 1992 hava allir undan­kapp­ingardystirnir á heimavølli verið í Føroyum, og saman við vina­dystum er samlaða dystartalið hesi tjúgu árini – 1992-2012 – 60, nú 2012 kapp­ingarárið er av.
Tølini siga, at Føroyar hava vunnið 9 ferðir, at tað 7 ferðir hevur verið javnt, og at mótstøðulondini 44 ferðir eru farin úr Føroyum við øllum stigunum. Tað vil siga, at umleið fjórðu hvørja ferð hevur før­oyska liðið vunnið úrtøku.
Higartil hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti stóru europeisku fótbóltstjóðunum. Teir níggju heimasigrarnir seinastu tjúgu árini eru allir vunnir ímóti fót­bólts­tjóðum, sum verða roknaðar á sama støði sum Føroyar: San Marino, tvær ferðir ímóti Malta, Luksemborg, Liktinstein, tvær ferðir ímóti Kazakstan, Litava og Estlandi.
Næst við at vinna ímóti einum at teimum størru vóru Føroyar, tá ið John Petersen fyri tíggju árum síðani skoraði tvær ferðir og harvið legði Føroyar á 2-0 sigurskós ímóti Skotlandi, men fram ímóti dystarenda eydnaðist tað skotum at javna. Tvær ferðir hevur tað verið javnt í undankappingardystum ímóti Skotlandi, og javnleikir hava eis­ini verið úrslitini í undan­kapp­ingar­dystum ímóti ímóti Bosnia-Hersegovina, Slovenia, Eysturríki og Norðurírlandi og í vinardysti ímóti Ísrael.
34 ferðir hevur tað eydnast før­oyska liðnum at skora mál, og nakrar ferðir hevur tað eydnast at skora fleiri má lá heimavølli – 9 ferðir hevur føroyska liðið skorað tvey mál, og fýra ferðir hevur før­oyska liðið skorað trý mál. Higartil hevur tað ongantíð eydnast at skora fleiri enn trý mál.

Besta og soltnasta skeiðið
Tolin trívst verður tikið til. Áhugin fyri landsliðnum var rættuliga stórur fyrstu árini, tá ið tað ikki hepn­aðist serliga væl á heimavølli. Fyrsta málið á heimavølli í hesum tjúgu ára skeiðnum skoraðu Før­oyar í vinadysti ímóti Ísrael 5. august 1992. Kári Reynheim legði Føroyar á odda, og hetta var fyrsta og einasta málið í 1992-1993, tá ið fimm HM undankappingardystir vóru á skránni. Í teimum var mál­mun­urin 0-15 og haraftrat vann Noreg í vinardysti 7-0!
Soltnasta kappingin higartil var EM undankappingin í 2006 og 2007. Í tí kappingini áttu Føroyar seks heimadystir, og samlaða úrtøkan var seks tap og málmunurin 1-19. Ein­asta málið skoraði Rógvi Jacobsen í 2-1 tapinum ímóti Italia.
Fyrsti sigurin í undan­kapp­ingar­dysti í Føroyum var 3-0 ímóti San Marino 25. mai 1995. Allan Simonsen var venjari, og frammanundan høvdu hann og føroyska liðið lagt rygg til 5-1 og 4-0 heimatap ímóti ávikavíst Grikkalandi og Finlandi. Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen og Julian Johnsson skoraðu málini í søguliga 3-0 sigr­inum á Svangaskarði ímóti San Marino.
Glæsiligasta tíðarskeiðið hjá lands­liðnum higartil á heimavølli var í EM undankappingini í 2003-2004. Við Henrik Larsen við stýris­vølin vórðu hetta tíðarskeiðið spældir sjey dystir í Føroyum. Úr­tøkan var 3 sigrar, 3 tap og ein javn­leikur. Málmunurin var 12-13. Tá eigur at vera viðmerkt, at allir sigrar­nir vórðu vunnir í vina­dyst­um ímóti Kazakstan (2) og ímóti Liktinstein.

Tá ið tað var tætt við
Undan avbjóðingini ímóti Írlandi í gjárkvøldið mundu fleiri vóna, at tað skuldi eydnast at vinna stig ímóti Írlandi, sum Føroyar áður hava tapt 2-0 ímóti – bæði á heima­vølli og á útivølli. Vónin var sjálvsagt grundað á góða avrikið og tepra tapið ímóti Svøríki í síðstu viku.
4-1 tapið var undirstriking av, at tað framvegis er soleiðis, at alt skal spæla við, um Føroyar skulu vinna úrtøku ímóti teimum, sum eru væl ovari á styrkislistanum enn Føroyar.
Umframt omanfyri nevndu javn­leikir ímóti eitt nú Skotlandi og Eysturríki, so hevur tað akkurát kiksað fleiri ferðir ímóti teimum heilt stóru: ímóti Italia (0-1 í 2011), Fraklandi (0-1 í 2009), Rumenia (0-1 í 2008), Italia (1-2 í 2007) og Kekkia (0-1 í 1998).
Í øllum hesum førum kendist tað sum um, at Føroyar mistu á stokkinum, og tað hevði í øllum hesum førum vakt stóran altjóða ans, um tað hevði havt eydnast at vunnið úrtøku.
Serliga meint kendist tapið í 1998 á Svangaskarði ímóti Kekkia, tá ið Vladimir Smicer tríggjar minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið, meðan føroyingarnir roknaðu við, at kekkarnir fóru at vísa sannan ítróttaranda.
Eina løtu í gjárkvøldið sá tað út til, at tað kundi verða tætt og spenn­andi. Soleiðis endaði tað ikki. Tjúgu ár eftir fyrstu undan­kapp­ingardystirnar heima á klettunum eru Føroyar framvegis millum tey smáu, og vit liva framvegis í vónini um, at tað man fara at eydnast at basa einum av tveimum stóru. Næsti møguleikin á heimavølli verður 10. september 2013, tá ið Týsk­land kemur henda vegin!

- - -

16-10-2012 Írland 1-4
12-10-2012 Svøríki 1-2
02-09-2011 Italia (1-1-2, 3-4) 0-1
07-06-2011 Estland 2-0
03-06-2011 Slovenia 0-2
12-10-2010 Norðurírland 1-1
03-09-2009 Serbia (1-1-4, 3-9) 0-3
09-09-2009 Litava 2-1
12-08-2009 Frakland 0-1
10-06-2009 Serbia 0-2
11-10-2008 Eysturríki 1-1
10-09-2008 Rumenia 0-1
13-10-2007 Frakland (0-0-6, 1-19) 0-6
06-06-2007 Skotland 0-2
02-06-2007 Italia 1-2
24-03-2007 Ukraina 0-2
07-10-2006 Litava 0-1
16-08-2006 Georgia 0-6
07-09-2005 Ísrael (1-0-5, 4-14) 0-2
17-08-2005 Kýpros 0-3
08-06-2005 Írland 0-2
04-06-2005 Sveis 1-3
08-09-2004 Frakland 0-2
18-08-2004 Malta 3-2
10-09-2003 Litava (3-1-3, 12-13) 1-3
20-08-2003 Ísland 1-2
11-06-2003 Týskland 0-2
29-04-2003 Kasakstan 2-1
27-04-2003 Kasakstan 3-2
07-09-2002 Skotland 2-2
21-08-2002 Liktinstein 3-1
05-09-2001 Russland (1-1-4, 3-14) 0-3
01-09-2001 Luksemborg 1-0
06-06-2001 Jugoslavia 0-6
02-06-2001 Sveis 0-1
03-09-2000 Slovenia 2-2
16-08-2000 Danmark 0-2
08-09-1999 Litava (0-2-4, 3-8) 0-1
04-09-1999 Estland 0-2
18-08-1999 Ísland 0-1
09-06-1999 Bosnia 2-2
05-06-1999 Skotland 1-1
06-09-1998 Kekkia 0-1
06-09-1997 Kekkia (1-0-4, 6-19) 0-2
08-06-1997 Malta 2-1
06-10-1996 Jugoslavia 1-8
04-09-1996 Spania 2-6
31-08-1996 Slovakia 1-2
06-09-1995 Russland (1-0-4, 6-16) 2-5
07-06-1995 Skotland 0-2
25-05-1995 San Marino 3-0
26-04-1995 Finland 0-4
07-09-1994 Grikkaland 1-5
08-09-1993 Rumenia (0-1-6, 1-23) 0-4
11-08-1993 Noreg 0-7
16-06-1993 Kekkoslovakia 0-3
08-06-1993 Wales 0-3
05-08-1992 Ísrael 1-1
16-06-1992 Kýpros 0-2
03-06-1992 Belgia 0-3