Fiskimannafelagið hevur landsfund í dag

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag byrjar við morgunmati klokkan 9:30 í morgun.

Sjálvur landsfundurin verður á Parnassinum klokkan 10.

 

Skráin til landsfundin er hendan:

 

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

3. Val av grannskoðara.

4. Ásetan av limagjaldi.

5. Uppskot frá stjórn og limum.

6. Annað.

 

Klokkan 11:30 hevur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, framløgu.

Klokkan 13:00 verður tónleikur við Signari í Homrum.