Fiskidagaskipanin fyribeind sum skipan

Samb. føroysku orðabókini merkir orðið skipan »eitthvørt ið er lagt til rættis á ávísan hátt«.

Tað var júst hetta, sum var ætlanin við fiskidagaskipanini, tá hon var sett í gildi í 1996. Frá at hava havt eina kaotiska kvotaskipan, skuldu vit nú hava eina skipan, í orðsins rætta týdningi, har vinnan skuldi vita hvat hons kuldi hava at halda seg til, ikki bert í løtuni, men eisini framyvir.

Ein partur av hesi skipan var eisini ein skipanarnevnd. Tað skuldi vera eitt arbeiðsbýti millum Skipanarnevndina, sum var mannað við serfrøðini á fiskiveiðuøkinum, og so politiska myndugleikan við tilhoyrandi umsiting.

Serstakliga eftir framløguni av uppskotinum til fiskidagatal fyri komandi fiskiár kann staðfestast, at tað er lítið og einki eftir av nakrari skipan. Politiski myndugleikin hevur yvirtikið stórt sæð allar tær uppgávur sum skipanarnevndin skuldi havt. Tískil eru nú allar funktiónir samlaðar á einum stað, nevniliga fiskimálastýrinum, sum neyvan kann sigast at umboða nakra serfrøði innan vinnu og fiskiskap í mun til hana sum var í Skipanarnevndini.


Skal nýta eitt ár at seta avtalu á pappír

Hetta stýri er serstakliga merkt av einum heilt sjáldsomum atgerðarloysi. Grundarlagið fyri politikkinum hjá landsstýrinum á hesum øki er ein sokallað »pappírsleys« semja, sum skal hava verið gjørd í samgonguni seinasta heyst. Men enn er ikki so mikið sum ein bókstavur komin niður á pappír! Og samb. nýliga framlagda uppskotinum um fiskidagar fer hetta í fyrsta lagi at henda í heyst, t.v.s. eitt heilt ár eftir at semjan sigst at vera gjørd. Samstundis verður boðað frá, at nú skal samráðast í samgonguni um hvat ið pappírleysa semjan veruliga inniber. Til sammetingar kann verða nevnt, at tann parturin av hesi semju, sum snúði seg um lækking av partafelagsskattinum, var longu avgreiddur í landsstýrinum og løgtinginum í vár.

Men samstundis kann verða sligið fast, at hesin »speedur« í fiskimálastýrinum samsvarar væl við ta fatan og tær royndir, sum vinnan hevur av virkseminum í fiskimálastýrinum yvirhøvur.

Tískil skulu tey stig, sum vinnan hevur tikið í hesum máli, eisini fatast sum úttrykk fyri tí ótryggleika, sum vinnan kennir hvussu áhugamálini hjá henni verða umsitin av politisku leiðsluni og umsitingini.


Hevur gjørt sær ómak at útihýsa sjónarmiðini hjá Skipanarnevndini

Í seinasta FF-blað er útgreinað nærri sjónarmiðini hjá vinnuni í sambandi við viðgerðina hjá landsstýrinum av tilmælinum hjá skipanarnevndini. Og feløgini, sum vóru umboðað í nevndini, hava annars sent landsstýrinum eitt nýtt skriv, har feløgini hava lýst tær fyritreytir, sum skulu vera til staðar, fyri at vinnan skal meta tað vera grundarlag fyri at virka í Skipanarnevndini.

Men nú uppskotið hjá landsstýrinum er framlagt ber til at staðfesta, at landsstýrið má hava gjørt sær ómak fyri ikki at taka til eftirtektar so mikið sum eitt tað einasta av almennu sjónarmiðunum hjá Skipanarnevndini.

Eitt gott dømi er viðvíkjandi tí sum kallast »líðandi batar í veiðuevnum« í mun til upprunaliga grundarlagið fyri fiskidagaskipanini. Nevndin hevur víst á, at roknast má við slíkum batum, eins og tað má roknast við tí mótsatta, har t.d. friðingar eru gjørdar.

Nevndin hevur sagt, at hon, sum er, ikki hevur møguleika fyri at gera hesar batar í veiðuevnum nágreiniliga upp. Men hon metir, at økt veiðuevni liggja í hvussu er innan fyri teir niðurskurðir í fiskidagatalinum, sum longu eru gjørdir síðan skipanin var sett í verk. T.v.s. fyrst tey 12,5% og síðan 5%.


Landsstovnur vil

ikki samsvara

Nevndin hevur eisini víst á, at ein týðandi orsøk til, at hon ikki er før fyri at gera talið nágreiniliga upp er tann, at almenni stovnurin undir ábyrgdini hjá landsstýrismanninum, Fiskirannsóknarstovan, virkar sum um fiskidagaskipanin als ikki er til, hóast hon upprunaliga var við til at evna skipanina til og tók undir vi henni. Fiskirannsóknarstovan hevur, hóast hon hevur møguleikar til tess og hóast limaskap í nevndini, ikki á nakran hátt verið nevndini til hjálpar við hesi fyri hana uppløgdu uppgávu. Hetta er eisini alment ført fram av formanninum fyri Skipanarnevndina.

Hóast hetta nýtir Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til sítt nýggja uppskot júst »líðandi batar« og »lop í veiðuevnum« sum eina av sínum grundgevingum fyri at minka um fiskidagatalið! T.v.s. at loyvir sær at tileinkisgera sjónarmiðini hjá Skipanarnevndini á hesum øki.

Afturat hesum verða sjónarmiðini hjá nevndini viðvíkjandi umrødda leikluti hjá Fiskirannsóknarstovuni ikki tikin upp á tungu. Tað er nærmast tvørtur ímóti. Landsstýrismaðurin undirstrikar at tey sjónarmið hjá nevnda stovni, sum júst eru merkt av at stovnurin arbeiðir sum um fiskidagaskipanin ikki er til, eru tikin við í hansara meting.


Skipanarloysi heldur enn skipan

Tískil eru vit við at koma aftur í gomlu sugguna, sum vit komu í við kvotaskipanini. Vinnan kann ikki leggja nakað sum helst til rættis út frá verandi umstøðum, tí hon ikki kann vita, hvat ið kann fara at henda komandi ár, komandi ár aftur osfr.

Samstundis verður grundarlagið tikið undan arbeiðsplássunum hjá fiskimonnum á einum grundarlagi, sum fyrst og fremst er merkt av, at eingin í vinnuni skal fortelja fiskimálastýrinum nakað!


Tórshavn, 31. juli 2000

FØROYA

FISKIMANNAFELAG

Óli Jacobsenvindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder