Firvaldur fremstur fyri fimtu ferð

Barnaróður gentur: Hóast Knúkur av álvara bjóðaði av, so vóru tær av Tvøroyri aftur bestar

Einki heftir fyri óføru gantumanningini av Tvøroyri, tá ið tað ræður um barnakappingina.

Firvaldur hevði undan kappingini á fjarðastevnu í Vestmanna vunnið allar fýra ferðirnar, og aftur í dag vóru tær av Tvøroyri fremstar.

Meðan Ørnin undanfarnu ferðirnar hevur verið fremsti avbjóðarin hjá Firvaldi, so var tað í dag Knúkur, sum var næstfremstur. Tað var eitt sekund ella skuturin frá Firvaldi og aftur til Knúk. Frúgvin var nummar trý, meðan Ørnin endaði á fjórða plássi.

 

Í FM kappingini er Firvaldur ellivu stig undan Ørnini, sum er næstfremst. Harvið restar heilt lítið í, at Firvaldur fer at tryggja sær FM heitið.

 

1 Firvaldur 02.43.25

2 Knúkur 02.44.27

3 Frúgvin 02.46.12

4 Ørnin 02.47.40

5 Havørnin 02.52.16

6 Hulda 02.53.07

7 Ingibjørg 02.58.12

 

FM støðan

1 Firvaldur 35

2 Ørnin 24

3 Knúkur 23

4 Frúgvin 22