Finnur Justinussen kom á máltalvuna, tá Fremad Amager á heimavølli tapti 1-2 ímóti Helsingør.
Finnur Justinussen kom inn á vøllin tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. Fremad Amager var aftanfyri 0-2 í steðginum, og Finnur gjørdi mun tá hann kom á vøllin, og tá 81 minuttir vóru farnir setti Finnur bóltin í málið við nærmastu stong. Seinastu 40 minuttirnar stríddust Fremad Amager við einum manni færri á vøllinum, tí Anders Kaagh var vístur av vøllinum. Helsingør reið stormin av, og fekk øll trý stigini við sær.
Vendsyssel FF við Meinhard E. Olsen við frá byrjan tók ímóti Vejle við Viljormi Davidsen, sum eisini var við frá byrjan. Meinhard og liðfelagarnir kunnu stórfegnast um ein góðan 3-2 sigur, tí í steðginum var Vejle á odda 2-0.
Imed Louati og Artem Favarov høvdu syrgt fyri, at Vejle var á odda 2-0 í steðginum. Seinastu sjey minuttirnar gjørdi Vendsyssel eitt ótrúligt comeback. Við málum frá Simon Okuson í 83. minutti, einum brotssparksmáli hjá Tiago de Leonco í 87. minutti, og einum ótrúligum saksasparksmáli hjá Christian Moses í tíðini dómarin hevði lagt aftrat vann Vendsyssel FF 3-2. Meinhard E. Olsen var skiftur út tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum.
Fríggjakvøldið fekk Jákup Thomsen 15 minuttir í álopinum hjá Skive, sum tapti 1-3 á útivølli ímóti Roskilde FC. Sostatt taptu trý føroyingalið hetta umfarið, Vejle, Fremad Amager og Skive, meðan bert Vendsyssel FF vann sín dyst.
Mikukvøldið tekur Vejle ímóti Roskilde FC. Komandi sunnudag er dúkað til føroyingauppgerð millum Skive og Fremad Amager í Skive. Sama dag tekur Vendsyssel FF ímóti Fredericia.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini:
1 | Hobro | 24 | 13 | 5 | 6 | 44 - 25 | 44 | |
2 | Skive | 24 | 13 | 2 | 9 | 32 - 37 | 41 | |
3 | FC Roskilde | 23 | 11 | 6 | 6 | 34 - 29 | 39 | |
4 | Vendsyssel FF | 24 | 11 | 5 | 8 | 37 - 33 | 38 | |
5 | FC Helsingør | 24 | 9 | 10 | 5 | 33 - 25 | 37 | |
6 | HB Køge | 23 | 7 | 12 | 4 | 22 - 16 | 33 | |
7 | Fremad Amager | 24 | 8 | 9 | 7 | 33 - 29 | 33 | |
8 | Nykøbing FC | 24 | 9 | 4 | 11 | 31 - 35 | 31 | |
9 | Vejle | 23 | 7 | 7 | 9 | 32 - 30 | 28 | |
10 | Fredericia | 24 | 7 | 7 | 10 | 22 - 32 | 28 | |
11 | Næstved | 24 | 6 | 5 | 13 | 34 - 41 | 23 | |
12 | AB Gladsaxe | 23 | 4 | 2 | 17 | 25 - 47 | 14 |