Finnur Fríði er komin aftur á fiskileið

Finnur Fríði hevur landað 900 tons í Måløy í Norra. Finnur Fríði mynstraði fyri umleið eini viku síðan í Fáðskrúðsfirði. Teir hava partrolað saman við Trónda í Gøtu. Teir vóru lidnir at landa í Måløy fyri tveimum døgum síðan. Vektin var u.l. 900 tons, sum alt fór til matna. Prísurin var u.l. 2,90 DKK.

Tróndur í Gøtu hevur eisini partrolað við Jupiter, sum hevur verið í Hetlandi, har teir landaðu um 1000 tons av sild.

Finnur Fríði er komin aftur á fiskileið, har Tróndur í Gøtu liggur og bíðar, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.