Finnar og sviar skulu verja Ísland

Síðani amerikanararnir tóku síni stríðsflogfør úr Keflavík, hava onnur lond røkt eftirlitið við tí íslendska loftrúminum. Yvirhøvur hava tað verið flogfør úr londum í NATO, men í dag varð fráboðað, at í apríl í 2014 fara finsk og svensk flogfør til Íslands at hava eftirlit við loftrúminum har.

Hetta varð kunngjørt aftan á fund millum teir norðurlendsku forsætisráðharrarnar í Helsinki í fyrrapartin, har stjórnarleiðararnir millum annað umrøddu uttanríkismál og norðurlendskt verjusamstarv.

Tað er ikki greitt, um flogførini verða vápnað ella ikki. Tað avgera tey bæði londini í samráð við NATO.