Styrki
Tað hepnaðist framúr væl, tá menn í oktober mánaði kappaðust um, hvør skuldi fáa heiðurin at verða róptur sterkasti maðurin í Føroyum.
Mest sum alt fyri eitt gjørdu fyrireikararnir av, at tiltakið skuldi endurtakast, og nú eru fyrireikingarnar til hetta komnar somikið væl áleiðis, at tað liggur fast, at hetta verður í juni mánaði.
- Endaliga dagfestingin er ikki ásett enn, men tað verður so í juni. Vit vóru púrasta ovfarnir av áhuganum seinast, har vit fingu fulla høll, hóast fótbóltslandsdystur, Jákup Veyhe-show og ymiskt annað fór fram sama kvøld.
- Tí hava vit eisini tosað um møguleikan at hava tiltakið uttandura, men tað ber illa til at rokna við veðrinum í Føroyum, so tað verður undir taki í Ítróttarhøllini á Hálsi aftur í ár, sigur Bogi Hammer, sum er ein av fyriskiparunum.
Hann sigur víðari, at leisturin, sum kappingin verður skipað eftir, verður á leið tann sami, men at talan sjálvandi verður um at variera onkra av kappingargreinunum nakað.