Fingu bót fyri at rætta longutong ímóti politistum

Løgreglan góðtekur ikki ófólkaligan atburð

Í nátt hava tveir mans fingið bót fyri ófólkaligan atburð ímóti politistum.

 

Báðir tilburðirnir vóru í Havn har tað ikki vóru øll, ið vóru so fegin um at síggja løgregluna í býnum.

 

Og í tí sambandi vóru tað eisini tveir mans, sum rættu eina útstrekta longutong upp í eyguni á polistum í býnum, fyrru ferð var um tvey tíðina og aðru ferð var um fimm tíðina í nátt.

Men slíkan atburð góðtekur løgreglan ikki, so teir vórðu skrivaðir upp. Og tað varð teimum ein dýr søga, tí teir fáa 600 krónur í bót, hvør.